«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

LM Kring Føroyar 2022

Aftur í 2022 verður Kring Føroyar á skránni. Vanliga er kappingin í juli mánað, men í 2022 verður kappingin í mai, hetta vegna Føroyaleikir, sum ÍSF skipar fyri í juli mánað.

Kring Føroyar súkklukappingin er ein sokallaður TOUR´ur, og kappingin er samansett av einum ávísum tali av teinum, ella etapum. Komandi ár verða FIMM etapur. Tað verður koyrt frá mikudag til sunnudag. Kappingin verður í døgunum frá 25. til 29. mai.

Í 2022 verður koyrt á Vágoynni, Streymoynni, Eysturoynni, Borðoy og Viðoy, og sjálvandi eisini í Suðuroy.

Teinarnir eru millum 25 og 70 km. Tvs. tilsamans smáar 300 km. Eins og í fjør, so koyra koyra ØLL somu teinar.

Í skrivandi stund arbeiða vit við, at tað verður møguligt at tilmelda seg kappingina á www.atgongumerki.fo.

Lesi meira um teinarnar á blaðnum "LM Kring Føroyar 2022".