«2021»Í dag«Des»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

LM Kring Føroyar 2. etapa - tryggur sigur til Helga

Aftur ein vakur og flottur dagur í føroysku fjøllunum, og eftir føroysku landavegunum. Ein hørð og spennandi 2. etapa bleiv koyrd ígjár.

Leiðin gekk frá Norðskála, norður gjøgnum Sundalagið, til Eiðis, og so niðan á Eiðisskarð. Leiðin gekk síðan til Funning, Funningsbotn og út gjøgnum Skálafjørðin. Niðan á Gøtueiði og so á mál í Klaksvík. 

Eins og undanfarin ár var tað Eiðisskarð sum hevði sína stóru ávirkan á úrslitið. 

Tað blivu "Teir tríggir musketterar", Helgi W. Olsen, Dávur Magnussen og Jákup Petur Eliasen, ið aftur settu dám á kappingina. Og tað var longu á Eiðisskarð at okkara sterkastu súkklarar fóru frá feltinum.

Komnir væl niðan móti skarðinum, fór Helgi frá Dávur og Jákup Petur. Helgi økti og løtu seinni, ávegis oman móti Funningi, hevði Helgi góð 40 sekund aftur til Dávur og Jákup Petur, sum nú royndu at samarbeiða um at koyra Helga inn aftur. 

Mótvindur gjøgnum Funningsfjørð, og nú burdi borið til hjá tveimum at koyrt ein inn aftur. 

- Tað var mótvindur gjøgnum Funningsfjørð. Eg roknaði tí við at teir tí fingu meg aftur. Eg avgjørdi við meg sjálvan, at eg skuldi koyra hart, men kontrollerað. Hugsaði, at skuldu teir fáa meg aftur, so skuldu teir arbeiða hart fyri tí, segði Helgi W. Olsen eftir 2. etapu.


Samling í undirsjóvartunnlinum

Jagstranin helt fram út gjøgnum Skálafjørðin. Helgi koyrdi undan, og Dávur og Jákup Petur jagstraðu. Á skipanesi mátti Jákup Petur sleppa bakhjólinum hjá Dávur, og so bleiv tað mann móti manni. Nú hugsaðu dómarar, súkklarar og hjálparfólk allarhelst, at soleiðis bleiv til súkklarar koyrdu um málstrikuna Klaksvík.

Dávur vildi tað øðrvísi. Hann setti nú alla orku inn fyri at fáa Helga aftur. Hann koyrdi væl oman av Gøtueiði, og hann koyrdi gott gjøgnum Gøtu. Heilt gott koyrdi hann gjøgnum Leirvíkstunnilin, og tá leiðin gekk gjøgnum undirsjóvartunnilin, so styttist millum teir fremstu, tí í botninum á tunnlinum eydnaðist tað Dávur at fáa Helga aftur. 

Bert fáir kilometrar vóru nú á mál, og báðir hava allarhelst hugsað tankan, at avgerðin nokk fellur á málstrikuni, at tað verður sprintað um sigurin. Helgi slepti tankanum. Eins og hann byrjaði við álopinum á Eiðisskarð, leyp hann nú aftur á, nú niðankoyringin úr undirsjóvartunnlinum var byrjað. Helgi fekk hol, økti og løtu seinni kundi hann koyra ein tryggan sigur heim. Helgi vann við hálvum øðrum minutti. Dávur gjørdist nummar tvey og Jákup Petur nummar trý. 

Helgi liggur nú á odda í samlaðu støðuni, og smáir tveir minuttir eru millum Helga og Dávur. Dávur kann enn megna at gerast samlaður vinnari. Tveir minuttir ljóðar ikki av nógvum, men tað er nógv. Munurin er akkurát 1 minuttur og 39 sekund.


Enn ein sigur til Mariu

Hjá kvinnum var tað, annan dagin á rað, Maria Svabo Hansen sum vann. Tað var tætt millum Elsu Berg og Mariu í Einkultstartinum mikukvøldið, men í gjár gjørdist munurin størri. Ikki tí, báðar fylgdust tær stórsta partin av túrinum. Eins og hjá kallunum fall avgerðin í drúgvu brekkuni niðan úr undirstjóvartunnlinum. Maria koyrdi tað hon var ment niðan úr tunnlinum, og løtu seinni mátti Elsa sleppa, og minuttir seinni, koyrdi Maria ein tryggan sigur heim.

Tveir sigrar á rað, og Maria Svabo Hansen liggur tí á odda í samlaðu støðuni hjá kvinnum. Maria førur við 2 minuttir og 41 sekund. Elsa liggur á einum tryggum 2. plássi og nummer trý er Súsanna Eliasen.

Spennandi verður um tað fer at eydnast Elsu at koppa Mariu áðrenn kappingin endar í Havn sunnudagin. 


3. etapa

Viðoy verður karmur um 3. etapu, og ein teinur, ið ongantíð áður er royndur, skal roynast í dag. Tað verður "masterstartur" frá Hvannasundi niðan til tunnilsmunnan, og so skulu súkklarar koyra fimm ferð gjøgnum tunnilin, til Viðareiði, fyri síðan at koyra eftir gamla vegi aftur til tunnilsmunnan. Teinurin skal sum sagt koyrst fimm ferð, og í alt skulu súkklarar í dag koyra góðar 60 km. 


Úrslit 2. etapa av LM Kring Føroyar sæst her:

KRINGFØROYAR2021 dagur 2 | Race resultater | Webscorer