
Limir
Øll sum venja við TSF skulu vera limir í felagnum, ella í einum av feløgunum undir Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon, SST.
Limagjaldið fyri 2021 er kr. 400. Tilber at gera eina fasta flyging, ella tú kann gjalda við at flyta peningin á konto 9181-1244452 (gott í tykkum um tit samstundis kanna um limagjaldið fyri 2020 er goldið).
Sum limur kann tú luttaka í øllum kappingum sum TSF og SST skipa fyri, tú kann luttaka í felagsvenjingum, og tú kann luttaka á venjingarlegum, á fundum oø. tiltøkum sum felagið, og sersambandið, skipar fyri.
Sum limur er tú eisini tryggjaður í samband við venjing og kappingar i Føroyum, við Vanlukkutryggingini, ið ÍSF hevur teknað fyri øll limafeløg undir ÍSF.