«2018»Í dag«Jul»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Kring Føroyar 2018

Aftur í ár verður Kring Føroyar á skránni. Kring Kappingin er samansett av 5 teinum, í døgunum 18. til 22. juli. Teinarnir verða koyrdir næstan um alt landið, frá Vágunum til Norðoyar, og Eiðisskarð í norði og Sumba í suðri. Teinarnir eru allir á leið 100 km hvør, so í alt 500 km, og verða koyrdir soleiðis:

Dagur 1, Vágar – Borðoy

Mikudagur 18. juli kl. 12.00. Kappingin endar kl. 16.


Kvinnur, unglingar og motionistar:

Startur: Effostøðin í Kollafjarðadali

Mál: Klaksvík

Teinur: Kollafjarðadalur - Kollaførð – Hósvík – Norðskála – Norðskálatunnilin – Skálabotn – Undir Gøtueiði – Gøta – Leirvík – undirsjóvartunnilin – Klaksvík.

Finaluumfør í Klaksvík. Gerðagøta - Biskupstøðgøta – Skúlavegur. 

PS. Hetta verður broytt - Klaksvíkar Kommuna hevur boðað frá, at hesin teinur IKKI er møguligur at koyra í løtuni.


Opin bólkur:

Startur: Gásadal

Mál: Klaksvík

Teinur: Gásadal – Sørvág – Miðvág – Sandavág – undirsjóvartunnilin – Kollaførð – Hósvík – Norðskála – Norðskálatunnilin – Skálabotn – Undir Gøtueiði – Gøta – Leirvík – undirsjóvartunnilin – Klaksvík.


Finaluumfør í Klaksvík. Gerðagøta - Biskupstøðgøta – Skúlavegur.

PS. Hetta verður broytt - Klaksvíkar Kommuna hevur boðað frá, at hesin teinur IKKI er møguligur at koyra í løtuni. 


Dagur 2, Sandoy

Hósdagur 19. juli kl. 12.00. Kappingin endar kl. 16. 

Startur og mál: Hotel Skálavík


Kvinnur, unglingar og motionistar:

Teinur: Skálavík – Skopun – Húsavík – Skálavík

Opin bólkur:

Teinur: Skálavík – Skopun – Húsavík – Skálavík

Opin bólkur koyrur teinin tvær ferðir, tvs. 100 km. Motionistar & Co koyra teinin eina ferð, tvs. 50 km


Dagur 3, Suðuroy

Fríggjadagur 20. juli kl. 15.30. Kappingin endar kl. 19.30.

Startur og mál: Effostøðin á Tvøroyri.


Motionistar, kvinnur og unglingar:

Tvøroyri – Hovstunnilin – Lopra – Hovstunnilin – Tvøroyri.

Finaluumfar á Tvøroyri: Tá vit koma til Tvøroyri koyra vit soleiðis:

Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta – Traðarvegur – Hvammavegur – Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta.


Opin bólkur:

Teinur: Tvøroyri – Fámjin – Hovsegg – Hov – Porkeri - Vágur – Lopra – Sumba – Lopra – Vágur – Porkeri – Hovsegg – Tvøroyri. 

Finaluumfar á Tvøroyri: Tá vit koma til Tvøroyri koyra vit soleiðis:

Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta – Traðarvegur – Hvammavegur – Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta.


Dagur 4, Eysturoy

Leygardagur 21. juli kl. 13.00. Kappingin endar kl. 17. 

Startur og mál: Runavík


Motionistar, kvinnur og unglingar:

Teinur: Runavík – Hellurnar – Funninigsbotn - Elduvík – Funningsbotn - Funning – Funningsbotn – Runavík – Toftir – Runt Agnið – Runavík.


Opin bólkur:

Teinur: Runavík – Hellurnar – Elduvík – Funning - Gjógv – Eiðisskarð – Eiði – Norðskála – Norðskálatunnilin – Skálabotn – Runavík – Toftir – Runt Agnið – Runavík.


Dagur 5, Streymoy

Sunnudagur 22. juli kl. 13.00. Kappingin endar til 17.

Startur og mál: Wenzel, Akranesgøta


Motionistar, kvinnur og unglingar:

Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Kollafjørð – Hósvík – Hvalvík – Hósvík – Kollafjørð – Kaldbaksbotnur – Tórshavn. 

Finaluumfar: 3 rundur kring Tekniska Skúla, tvs. Wenzel, millum Horna, Velbastaðvegur, Marknagilsvegur, Gamli Velbastaðvegur, Wenzel.


Opin bólkur:

Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Kollafjørð – Hósvík – Hvalvík – Saksun – Hvalvík - Hósvík – Kollafjørð – Kaldbaksbotnur – Tórshavn. 

Finaluumfar: 3 rundur kring Tekniska Skúla, tvs. Wenzel, millum Horna,  Velbastaðvegur, Marknagilsvegur, Gamli Velbastaðvegur, Wenzel.


Enn ber til at tilmelda seg Kring Føroyar her:

https://tsf.atgongumerki.fo/webshop/event/620144/order/info