Úttøkukappingar - Oyggjaleikir 2019

Árið í ár er "Oyggjaleikaár", og tað merkir at føroyska súkklulandsliðið skal mannast - og úttakast. Bæði hjá kvinnum og hjá monnum.

Á seinastu leikum varð Føroyar tað mest vinnandi landsliðið í Landavegsúkkling, og ongantíð áður hevur liðið staðið seg so væl. 
Torkil Veyhe vann gull í Einkultstarti, Dávur Magnussen vann silvur í Landavegsúkklingini. Torkil vann somuleiðis silvur í Býarkoyringini, umframt at liðið fekk tvær liðmedaljur, eina í Einkulststarti og eina í Landavegsúkklingini. 

Á Gotlandi í 2017 var manningin á landsliðnum hjá monnum hendan:


Eitt kvinnulandslið luttók eisini, og á kvinnulandsliðnum vóru:


Tvey lið skulu mannast, og vikuskiftið 12. til 14. apríl verður kappast í fylgjandi úttøkukappingum:


Fríggjadagin 12. apríl verður kappast í Býarkoyring.

Startur og mál: Wenzel Bilasøla

Leygardagur 13. apríl verður kappast í Einkultstarti. Teinurin verður Hotel Føroyar - Sornfelli.

Startur: Hotel Føroyar
Mál: Sornfelli

Sunnudagin 14. apríl verður kappast í Landavegsúkkling. Teinurin verður hesin:

Wenzel - Gamlarætt - Millum Horna - Hamarin - Wenzel - Gamlarætt - Millum Horna - Hamarin - Wenzel.

Startur: Wenzel Bilasøla
Mál: Wenzel Bilasøla