Úrslit: MTB kapping 1. okt 2011

Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin fyri kapping fyri børn og ung og vaksin. Startur og mál var við Skógrøkt Landsins á Hvítanesvegnum.

 

Barnakapping:

Børn og ung súkklaðu kl 12.00. Rutan var á leið 900 m,  og var súkkla runt í eina ásetta tíð.
Bólkur 1 súkklaði 12 minuttir, bólkur 2 í 16 minuttir og bólkur 3 í 20 minuttir.
Bólk 1 hjá gentum vann Eydna Hansen sannførandi.
Í bólki 2 dreingir legði Bartal D. Gregoriussen hart út og staðfesti beinanvegin at hann ætlaði sær at vinna. Andrew G. Nielsen og Finnur E. Hansen fylgdust fyrsta strekki og royndu at fáa Bartal aftur. Tá endin nærkaðist setti Andrew enn meira á og legði Finn aftur um seg. Endaliga støðan í bólki 2 gjørdist at Bartal vann, Andrew bleiv nummar 2 og Finnur bleiv nr 3. Regin M. Gaard kom inn á fjóðraplássi.
Í bólki 3 hjá dreingjum vóru tríggjir luttakarar og allir ætlaðu sær at vinna. Hesir løgdu eisini hart út, og beinanvegin legði Mortan Johannesen seg á odda. Uni Vitali og Edmund Johannesen lógu aftanfyri og royndu at fáa Mortan aftur, men tað eydnaðist ikki. Kappingin ímillum Una og Edmund endaði við at Uni kom inn á einum tryggum annað plássi og Edmund á triðja plássi.

Bólkur 2 Dreingir
1 Bartal D. Gregoriussen
2 Andrew G. Nielsen
3 Finnur E. Hansen
4 Regin M. Gaard

Bólkur 1 Gentur
1 Eydna Hansen

Bólkur 3 Dreingir
1 Mortan Johannesen
2 Uni Vitalis
3 Edmundur Johannesen

 

Opinbólkur og unglingar:

15 luttakarar vóru til kappingin fyri vaksin og unglingar. Fyrireikararnir vóru glaðir at síggja at undirtøkan var góð og setti tað sín dám á kappingina. Rutan súkklast skuldi var áleið 5 km, og skuldu unglingar súkkla 3 ferðir runt og opin bólkur 6 ferðir runt. Síðani bleiv enda við at súkkla sama tal av smáum umgangum uppá ca 900 m. Hetta fyri at gera tað eitt sindur meir áskoðara vinaligt.

Fýra luttakar vóru í unglinga bólkinum. Og allir høvdu kappast fyrr um dagin. Mortan, Uni og Edmundur kappaðust í bólki 3, og Bartal kappaðist í bólki 2. Hetta forðaði teimum ikki at royna seg í unglingabólkinum, og løgdu teir allir hart út. Teinurin teir skuldi súkkla var nakað longri enn tað teir høvdu súkkla fyrr um dagin og rutan var kupera. Teir súkklaðu tríggjar stórar umgangir og so tríggjar lítlar (hygg kort)

Vinnarin í unglingabólkinum gjørdist Mortan Johannesen, Uni Vitalis bleiv nummar 2, og Edmundur Johannesen gjørdist nummar 3. Bartal D. Gregoriussen gjøgnumførdi ikki unglingakappingina, men vit kunnu nevna at hann er nakað yngri enn hinir luttakararnir.

í opna bólkinum løgdu menn hart út. Gunnar Dahl Olsen var óheppin at detta og steðgaði. Hann fekk onkran smávegis snudd, men er komin fyri seg aftur.

Andrass Joensen sum legði seg á odda beinanvegin súkklaði av øllum alvi og lat ongan iva vera um at hann ætlaði sær at vinna. Høgni R. Øster royndi tað hann kundi at fáa Andrass aftur, ímeðan hann tók seg longri og longri frá einum 4 mannabólki sum lá og elti hann.

Endaliga úrslitið gjørdist at Andrass vann ein tryggan sigur, Høgni bleiv nummar 2 og Kári Brattaberg bleiv nummar 3. Kári Brattaberg súkklaði nógv fyri 8-10 árum síðani, og hann vísti leygardagin at hann kann sagtans gera seg galdandi ímillum teir fremstu.

Tíðirnar við millumtíðum frá kappingini fyri vaksin og unglingar eru viðfestar greinina, og er at finna beint omanfyri myndirnar niðast í greinini. Excel krevst fyri at lest skjalið.

 





















































































Opin bólkur
1 Andras Joensen 01:29:27
2 Høgni Rúnason Øster 01:34:38
3 Kári Brattaberg 01:44:14
4 Kári Simonsen 01:44:17
5 Matti Brønsted 01:47:21
6 Mikkel Hougaard 01:49:11
7 Eli Christiansen 01:55:42
DNF Sigmund Olsson
DNF Gunnar Dahl-Olsen
Unglingar
1 Mortan Johannesen 00:53:38
2 Uni Vitalis 00:58:02
3 Edmundur Johansen 01:01:31
Bartal D. Gregoriussen DNF