Úrslit: MTB cross country leygardag 1. okt 2011



FM í fjallasúkkling 2011 (Cross Country).



Tórshavnar Súkklu Felag skipaði leygardagin 1 okt fyri FM
kapping í fjallasúkklung. Kappast varð á gøtunum hjá Skógrøkt Landsins,
undir  og uppi á Svartafossi. Byrjan og
mál vóru á parkeringsplássinum við Skógrøkt Landsins við Hvítanesvegin.



Kappast bleiv í tveimum bólkum, einum vaksnamanna og
einum unglingabólki. Bara mannfólk høvdu hættað sær til tiltakið, sum var ein
ógvuliga krevjandi fjallasúkkling við nógvum avbjóðingum. Har vóru brattar
mótbrekkur, trappur, kringlutar gøtur og undanbrekkur, har ferðir gjørdist
ørandi. Hetta slagið av kapping er tað ið rópt verður cross country, tí súkklar
verður bæði á vegi og á gøtum.



Allir súkklararnir byrjaðu í senn, men skjótt var, at
Høgni Øster, Andrass Joensen og Gunnar Dahl Olsen løgdu seg í oddin, og restin
kom só sum perlur á snóri.



Á øðrum umgangi legði Gunnar Dahl Olsen seg í oddin, men
í einari undanbrekku bleiv ferðin ov nógv, hann misti tamarhaldið á súkkluni og
datt. Hann meinslaði seg so illa, at hann endaði á Landssjúkrahúsinum til
kanningar. Har var lukkutíð staðfest, at einki var brotið, men nógv skursl. Nú
var tað so Andrass Joensen, ið tók yvir fyrstaplássið, meðan Høgni Øster lá
nummar tvey.



Dysturin um triðjaplássið bleiv nú spennandi. Fýra mans, Matti
Brøndsted, Mikkel Hougaard, Kári Brattaberg og Kári Simonsen súkklaðu leingi í
einum bólki, men so drógu Kárarnir báðir frá og ikki fyrr á síðsta umgangi fall
avgerðin. Tá vann Kári Brattaberg seg nakrar metrar fram um Kára Simonsen, og
kom sostatt triður um málstrikuna.



Hjá unglingunum var tað Mortan Johannesen, ið  á spildurnýggjari GIANT fjallasúkklu skaraði
framúr. Hann gjørdi sum Gunnar, legði seg beinanvegin í oddin og helt hann
allan vegin.



Úrslitið var hetta:



Unglingar:



1.       Mortan
Johannesen       53m
38s



2.       Uni
Vitalis                           
     58m 02s



3.       Edmundur
Johansen                  1t
01m 31s



4.       Bartal D. Gregoriusen DNF



5.       Jónas Hoygaard DNF



 



Menn:



1.       Andras
Joensen               
         1t 29m 27s



2.       Høgni Rúnason
Øster                 1t
34m 38s



3.       Kári Brattaberg                 
        1t 44m 14s



4.      
Kári Simonsen



5.      
Matti Brønsted



6.      
Mikkel Hougaard



7.       Eli Christiansen



8.       Sigmund Olsson DNF



9.       Gunnar Dahl-Olsen DNF



10.  
Evald Rasmussen DNF