Úrslit frá 4.rundu í H&G MTB Cup 2010

Leygardagin bleiv kappast í fjallasúkkling, MTB, og var tað fjórða umfar av H&G Cup 2010 fjallasúkklukappingini, at kappast varð um. Fyrstur um málstrikuna gjørdist Gunnar Dahl-Olsen.

Á eitt nú Oyggjaleikum verður kappast í MTB Criterium og MTB Cross Country. Í hesum greinum verður eisini kappast í í heimligu H&G Cup 2010 fjallasúkklukappingini.
Kappingin leygardagin kallast MTB Criterium. Kappast varð í Viðalundini í miðbýnum í Havn, og hetta er aðru ferð at Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri fjallasúkklu kapping í Viðalundini í miðbýnum.

Sigmund góða byrjan
Veðrið var sera gott, og fitt av súkklarum vóru møttir til kappingina, ið verður fyriskipað í góðum og tøttum samstarvi við Umhvørvisstøvuna. Umhvørvisstovan við hesum vísa á, at viðarlundirnar kring landið eisini kunnu brúkast til súkklukappingar og onnur tiltøk eisini.
Sigmundur Olsson er stinnur í hesari súkklugrein, og var tað hann sum tíðliga í kappingini legði seg á odda! Rutan hevði okkurt strekkið, ið var sera tekniskt, og Sigmundur vann sær tí skjótt nøkur sekund aftur til hinar súkklararnar, men tá súkklararnir høvdu koyrt nøkur umfør, vóru tað Gunnar Dahl-Olsen og Andrass Joensen, ið vóru farnir framum Sigmundi. Gunnar økti nakað, men móti endanum av kappingini fekk Andrass ferð á súkkluna og nærkaðist Gunnari nakað, men leiðslan var trygg, og tað var hon eisini tá 45 minuttir vóru farnir og farast skuldi undir seinasta umfar.
Á 2. plássi kom Andrass og á 3. plássi Sigmundur Olsson.
Í bólkinum H45 gjørdist Kári Simonsen vinnari. Hann kappaðist við Evald Rasmussen og týskaran Wolfgang Kroeger.

Børn og ung
Børn og unglingar kappaðust eisini. Bert ein unglingur møtti upp, og koyrdi hesin tí saman við teimum vaksnu. Vinnari gjørdist tí Jóanis Albert Nielsen.
Yngri bróðurin hevði eisini leitað sær leiðina úr vágunum til Havnar. Tóri Nielsen var í harðari við Mortan Johannesen, ið gjørdist vinnari í bólkinum dreingir 12 til 14 ár.
Tríggir súkklarar vóru í bólkinum 9 til 11 ár, og vinnari í hesum bólki gjørdist Bartal Dam Gregoriussen. Á øðrum plássi kom Karl Martin Olsen og bronsuna vann Tummas Simonsen.


















































Nr.  Navn  Stig 
 1  Gunnar Dahl-Olsen  7
 2  Andrass Joensen  5
 3  Sigmundur Olsen  4
 4  Matti Brøndsted  3
 5  Høgni Rúnason Øster  2
 6  Mikkel Hougaard  1
 7  Eli Christiansen  1
 8  Sverri Morh Edvinsson  1



Harrar +45 ár























Nr.   Navn  Stig
 1  Kári Simonsen  7
 2  Evald Rasmussen  5
 3  Wolfgang Kroeger  4


 Unglingar














 Nr. Navn  Stig 
 1  Jóanis Albert Nielsen  7


Dreingir 12-14 ár



















 Nr.Navn Stig 
 1 Mortan Johannesen 7
 2 Tóri Nielsen 5


Dreingir 9-11 ár
























 Nr. NavnStig 
 1 Bartal Dam Gregoriussen 7
 2 Karl Martin Olsen 5
 3 Tummas Simonsen 4