Úrslit: FM einkultstart 2011


























Gunnar og Jóanis Albert FM-vinnarar í
einkultstarti

Nr. 1 og FM-vinnari Gunnar Dahl-Olsen, nr 2 Kjartan Egholm og
nr. 3 Høgni Rúnason Øster.
FM í einkultstarti var leygardagin 27 august 2011. Súkklað var úr
Kollafirði, unglingarnir súkklaðu norður til Áir, teinurin er 22 km. - Mennirnir
súkklaðu norður til Norðskála, teinurin hjá teimum var 40 km. Í dag vóru ongar
kvinnur til kappingina. Marin Heinesen og Súsanna Skylv-Hansen eru báðar staddar
í Danmørk.

Líkindini at súkkla vóru hampulig, tó var eitt fitt lot í
Sundalagnum, tá teir súkklaðu norðureftir, undanvindurin kom væl við, tá ið
súkklað varð aftur til Kollafjarðar.

Hjá monnunum gjørdist Gunnar
Dahl-Olsen FM-vinnari, við miðalferðini 35.18.

Hjá unglingum gjørdist
Jóanis Albert FM-vinnari, við miðalferðini 32.38

Úrslit hjá monnum:
1.
Gunnar Dahl-Olsen, tíðin 1.08.22 - miðalferð 35.18 km/t
2. Kjartan Egholm,
tíðin 1.14.07 - miðalferð 32.40 km/t
3. Høgni Rúnason Øster, tíðin 1.18,51 -
miðalferð 30.56 km/t


Úrslit hjá unglingunum:
1. Jóanis Albert
Nielsen, tíðin 40,39 - miðalferð 32.38 km/t
2. Tóri Nielsen, tíðin 56.39 -
miðalferð 23.20 km/t.

Unglingar: Nr. 1 og FM-vinnari Jóanis Albert Nielsen, nr. 2
Tóri Nielsen.

Tóri Nielsen startar.

Jóanis Albert Nielsen.

Kjartan Egholm.

Høgni Rúnason Øster.

Kelda: www.joanisnielsen.fo

Beinleiðis leinkja til grein