Torkil gjørdist “King of the mountain” – og føroyameistari


Tað var
Torkil Veyhe sum var skjótastur niðan á Sornfelli, tá kappast varð í FM í
Einkultstarti. Og tað var tí hann sum stóð ovast á sigurspallinum eftir tíggju
kilometur langa teinin úr Kollafjarðadali niðan á Sornfelli.



Býarsúkkling
í gjár, og fjallaeinkultstartur í dag. FM í ár er eitt sindur øðrvísi enn tað
hevur verið seinastu mongu árini. Tað er roynt áður, men nú verða aftur allar
kappingarnar koyrdar eitt og sama vikuskifti.



Í kvøld
var tað einkultstartur, og í avbera góðum veðri bleiv kappast úr
Kollafjarðadali og niðan á Sornfelli. Ein teinur sum er 10 km langur.



Rennarar
renna eisini hendan teinin, tá kappast verður í TOP RUN. Súkklarar hava fyrr
kappast niðan á Sornfelli, men tað hevur verið í Landavegsúkkling. Tá varð
byrjað í Havn, tað bleiv koyrt til Vestmanna, og frá Vestmanna gekk leiðin niðan
á Sornfelli, har málið var.




Úr flogfarinum og beint á súkkluna



Føroyska jarnkvinnan kom beint úr flogfarinum, skifti í súkkluklæðir og fór so beint á
súkkluna, og fór so beint aftur upp í luftina. Karina Ottosen kom úr flogfarinum, og setti
føturnar á jørðina, og fór so aftur upp í luftina, niðan á Sornfelli.



Karina luttók
í einkultstartinum, og hóast at hon ikki súkklaði á sínari egnu súkklu, og
hóast at bremsan tók í, so kom Karina smílandi um málstrikuna. Silvur á
Oyggjaleikum í triathlon, og silvur í dag í 10 km langa fjalla einkultstartinum.




Í serflokki




Helgi fær
góð úrslit úti í stóru verð, og eins og Torkil so koyrur Helgi eisini í sterkasta bólkinum í
Danmark. Men meðan Torkil telist millum sterkastu súkklarar í landavegsúkkling, so klárar
Helgi seg sera væl í besta bólkinum í fjallasúkkling. Og tí var tað ikki eitt
yvirraskilsi, at Helgi bleiv nummar tvey, og var tann, ið var næstur niðan á
Sornfelli. Báðir byrjaðu sum heilt ungir at súkkla, báðir eru ágrýtnir, báðir hava ein vilja av stáli, og báðir eru teir í serflokki.




Fýra sekund



Tað tekur
umleið fýra sekund at blunka, og tað vóru bara fýra sekund vóru millum triðja-
og fjórðaplássið í 10 km langa einkultstartinum.

Hetta var teinurin hjá Jan Hjaltalin Olsen. Jan hevur ment
seg nógv seinastu árini, og ein kann siga, at føroysku fjøllini eru “vinirnir”
hjá Jan. Hann koyrur smílandi niðan á øll fjøll. Jú hægri, jú betur. Tað var
tætt millum súkklararnar, ið kempaðu um bronsuna, men tá allir vóru komnir á
mál og dómarin hevði talt saman og trekt frá, so vóru bara fýra sekund, ið
skilti eitt pláss á sigurspallinum, og fjóraplássið.



Jan var so
spentur um úrslitið, at hann ikki vildi spyrja dómarin um hvør gjørdist nummar
trý, og hvør bleiv nummar fýra.



Gunnar
Dahl-Olsen tordi at spyrja. Og Gunnar var glaðari um úrslitið enn Jan var.
Gunnar vann á Jan við bara fýra sekundum.






-
Eri altíð farin eftir gullinum, men kann ikki minnast, at eg havi verið so
glaður fyri eitt triðjapláss sum eg var í kvøld. Jú, bronsuheiðursmerkið á
Oyggjaleikum á Gurnsey í 2003, var líka so gott, segði Gunnar Dahl-Olsen eftir
kappingina.




Frá Marathon til Sornfelli

Ein annar
sum eisini nýliga er lendur, er marathon rennarin, sum nú eisini vil royna seg
innan súkkling og triathlon.



Jákup
Petur Eliasen hevur júst verið í Berlin og runnið marathon. Heilt vist eru
vøddarnir moyrir eftir drúgva teinin á asfaltinum í Berlin, men hóast tað, so megnaði prúði maðurin,
sum vigar umleið hundrað kilo, at koyra teinin uppá góðar 39 minuttir. Ein góð
tíð, og tað vóru fleiri luttakarar sum koyrdu teinin uppá góðar 39 minuttir.
Fýra mans koyrdu teinum millum 39 og 40 minuttir. Jákup Petur varð ein teirra,
og hann brúkti 39 minuttir og 21 sekund um harða teinin.











Úrslit, Opin
bólkur, 10 km einkultstartur



  1. Torkil Veyhe, 27 minuttir og 25 sekund

  2. Helgi Winther Olsen, 30.44

  3. Gunnar Dahl-Olsen, 32.36

  4. Jan Hjaltalin Olsen, 32.40

  5. Andrass Joensen, 34.45

  6. Áslakur Nesá, 35.03

  7. Einar Vang, 35.50

  8. Henrik Kølleskov, 36.38

  9. Tóri Thorleifsson, 39.15

  10. Sigmund
    Olsson, 39.19

  11. Jákup Petur Eliasen, 39.21

  12. Kjartan
    Egholm, 39.36

  13. Christian
    Guttesen, 40.50



























Úrslit, kvinnur, 10 km einkultstartur



  1. Birita
    Poulsen, 44 minuttir og 16 sekund

  2. Karina Ottosen, 48.54