Sigur til Jákup Petur í ársins fyrstu súkklukapping

Jákup Petur Eliasen gjørdist vinnari av ársins fyrstu súkklukapping, ið TSF skipaði fyri í dag. Kaldbaksbotnur var karmur um kappingina, og tað bleiv súkklað millum Kaldbaksbotn og Kaldbaksbygd. Ein teinur á góðar 8 km. Hesin bleiv koyrdur tríggjar ferð, og súkklarar koyrdu tí 24 km Einkultstart. 

Kappingarkalendarin er tættpakkaður, og kappingin í dag, er ein av fimm Einkultstartskappingum, í kappingini sum kallast GIANT TT kappingin 2022. Fimm kappingar, har tað bara verður kappast í Einkultstarti.

Umframt GIANT TT kappingina 2022 verða eisini aðrar kappingar skipaðar, millum annað LM Kring Føroyar 2022, sum verður síðst í mai, og tríggjar FM kappingar. 

Tað var nakað av vindi, men gott kappingarveður. Luttakaratalið var eisini gott, og ikki færri enn 13 súkklarar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum av.

Jákup Petur Eliasen var skjótastur, og hann brúkti 37 minuttir og 40 sekund um teir 24 kilometrarnar. Tað gevur eina meðalferð á góðar 38,2 km/t. 

Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen, og nummar trý Hilmar Hansen. Meðan sigurin hjá Jákup Petur var tryggur, so var tætt millum nummar tvey og trý. Bert 17 sekund var millum Gunnar og Hilmar. 

Enn tættari var tað millum nummar fýra og fimm. Hesir hava áður havt sum einasta mál at vinna á hvør øðrum. Í dág átti Tórarinn Didriksen munin og vann hann á Casper Rosen við einum sera lítlum marginali. Bert fýra sekundir vóru millum teir baðar. Meðan Tórarinn brúkti 41 minuttir og 47 sekund, so brúkti Casper 41 minuttir og 51 sekund um teir 24 kilometrarnar. 

Um tvær vikur verður aftur kappast, og tá verður aftur kappast í Einkultstarti. Á skránni er sokallaði "FM klassikarin". Tá verður koyrt úr Havn til Kaldbak og aftur. Ein teinur á góðar 28 kilometrar.  


Nr.  Navn Tíð

1.  Jákup Petur Eliasen 37 minuttir 40 sekund

2.  Gunnar Dahl-Olsen 39.29

3.  Hilmar Hansen 39.46

4.  Tórarinn Didriksen 41.47

5.  Casper Rosen 41.51

6.  Rúni Juul 43.37

7.  Jens Mortan Rasmussen 44.27

8.  Jóhan Jacobsen 45.04

9.  Bartal í Gongini 45.20

10.  Dánjal Hoydal 45.27

11.  Kári Nielsen 45.56

12.  Eyvind A. Hansen 47.18

13.  Reidar F. Joensen 49.43