Lógir felagsins - TSF

 Lógir felagsins



Grein 1:



Navn felagsins er: Tórshavnar
Súkklufelag  - stytt:  TSF.



Endamál felagsins:  at økja um
áhugan fyri súkkluítróttinum í Føroyum.



 



Grein 2:



Ein og hvør, sum
góðtekur  felagslógina, og sum vil gjalda tey gjøld, sum eru ásett og
góðtikin á aðalfundinum, kann gerast limur í felagnum.



Lógin verður útflýggjað við innliman.



 



Grein 3:



Um limur ikki heldur skyldur
sínar  í felagnum, kann starvsnevndin taka avgerð um útliman.



 



Grein 4:



Tórshavnar Súkklufelag verður stýrt av:



 



a)      Aðalfundinum



b)      Starvsnevndini



 



Grein 5:



AÐALFUNDURIN



Aðalfundurin hevur hægsta vald í
málum  TSF’s



Aðalfundur verður hildin í Mars mánaði
við hesi dagsskrá:



1. Formaðurin greiðir frá farna ári.



2. Kassameistarin leggur fram
granskoðaðan roknskap.



3. Innkomin mál.  



4. Væl av starvsnevnd, varalimum og
granskoðara smb. grein 8 og 9.



5. Ymiskt.



 



Grein 6



Aðalfundurin verður lýstur við
einum mánaða freist.



 



Roknskaparárið er  1.
Januar til 31. Desember.



Uppskot um lógarbroytingar og mál
viðvíkjandi skipan av felagnum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundinum, skulu
vera starvsnevndini í hendi 1 viku áðrenn aðalfundin.



 



Grein 7:



 



Fyri at uppskot skal verða samtykt á
aðalfundinum krevst , at meira enn helmingurin av teimum møttu atkvøða fyri.



 



Standa atkvøður á jøvnum, er tað atkvøða
formansins, ið fær avgerðina.



 



Grein 8:



Í  starvsnevndini sita 3
limir, ið skipa seg við  formanni, kassameistara og skrivara. Teir
verða valdir á aðalfundi fyri eitt 2 ára skeið. 1 ólíka ár og 2 líka
ár.



 



2 tiltakslimir verða eisini
valdir á hvørjum ári. Tiltakslimirnir fáa eisini ábyrgdarøki, at umsita saman
við starvsnevndini.



Starvsnevndin umsitur: 

a)      Samtyktir aðalfundana



b)     
Raksturin av TSF



c)     
Góðkenning av ítróttarútgerð, ið skal nýtast í kappingum.



Starvsnevndin hevur heimild at seta fólk
til seruppgávur til frama fyri TSF.



 



Grein 9:



Granskoðari skal veljast hvørt ár
at granskoða roknskapin.



Granskoðarin skal ikki sita í nevndini,
men kann vera limur í TSF.



 



Grein 10:



Eykaaðalfundur kann verða hildin tá
ein triðingur av limunum krevja tað.



Hann má verða fráboðaður minst 14 dg
frammanundan.



 



Grein 11:



 



Broytingar í kappingarreglum felagsins,
kunnu bara gerast á aðal-ella eykaaðalfundi.



 



Grein 12:



Verður felagið avtikið,  skulu
ognir tess falla til ÍSF