Landavegsúkkling og Einkultstartar

So er kappingarárið 2020 farið at halla. Kortini eru nakrar kappingar eftir at koyra. Seks íalt. Tríggjar sum TSF skipar fyri, og tríggjar sum SST fer at fyriskipa. 
Hyggja vit eftir FM kappingunum, so fer SST í vikuni at koma við nærri kunning um nær, hvar og hvussu tað verður skipað og koyrt.

TSF skipar í næstum fyri einari Landavegsúkklu- og tveimum Einkultstartskappingum. 

Ikki tykkum at siga, so er kappingarkalendarin broyttur nakrar ferðir í ár. Hetta vegna ma. Corona. Ætlanin var, at Landavegkappingin skuldi verða komandi leygardag, men tá hevur FTF lagt eina Triathlon kapping. Nevndin í TSF avgjørdi tí á fundin  í vikuni at flyta Landavegkappingina. Hon verður ístaðin koyrd leygardagin 12. septembur.
Teinurin er hin sami, tvs. frá Tórshavn til Klaksvík. Meðan Opin bólkur byrjar í Havn, so byrja motionistar og kvinnur við Effostøðina í Kollafjarðadali. Málið er við Effostøðina í Klaksvík.

Giant Várkappingin 2020 skuldi í ár kanska broytt navn til Giant Vár- og Heystkappingin, ti enn mangla vit at koyra tvær av teimum fimm Einkultstartskappingunum. 
Ein vinnari skal finnast. Tveir kandidatar eru til ein vinnara, og tað eru Dávur Magnussen og Jákup Petur Eliasen. Einans tvey stig skilja Dávur og Jákup Petur.

Nevndin hevur avgjørt at leggja hesar báðar kappingar leygardagin 19. septembur og leygardagin 3. oktobur. Men avgerðin hjá SST um nær FM kappingarnar verða hildnar kunnu sjálvandi koma at broyta ásettu dagar. 

Vit kunna sjálvandi bæði her og á FB hvussu leikur fer.