LM Kring Føroyar 2021


Fimm dagar, fimm etapur - 4. til 8. august 2021


Aftur í ár verður Kring Føroyar á skránni. Vanliga er
kappingin í juli mánað, men í ár verður kappingin í august, hetta vegna
føroysku ”Oyggjaleikirnar”, sum ÍSF skipar fyri.


Kring Føroyar súkklukappingin er ein sokallaður TOUR´ur,
og kappingin er samansett av eitt ávíst tal av teinum og døgum. Í ár verða teinarnir FIMM í
tali. 


Kring Føroyar 2021 verður í døgunum frá 4. til 8. august. 


Í ár verður koyrt á Vágoynni, Streymoynni,
Eysturoynni, Borðoy og Viðoy, og sjálvandi eisini í Suðuroy.


Teinarnir eru millum 25 og 80 km. Tvs. tilsamans smáar
350 km. Í mun til undanfarin ár koyra ØLL somu teinar.


 


Dagur 1, mikudagur 4. august. Einkultstartur, Vágar


Kappingin byrjar kl. 18, og endar kl. 19.


Startur: FK í Miðvági


Mál: FK í Miðvági

Teinur: Miðvág – Flogvøllur – Sørvágur – Bø – Sørvágur – Flogvøllur - Miðvágur
 


GG! ØLL kappast á ROAD súkklu 




KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021


   


Dagur 2, hósdagur 5. august. Eysturoy - Borðoy


Kappingin byrjar kl. 17.00. Kappingin endar kl. 20.


Startur: Magn við Streymin


Mál: Effostøðin í Klaksvík


Teinur: Norðskála – Ljósáir – Eiðisskarð – Funningur – Funningsbotnur - Skálabotnur
– Gøtueiði – Syðrugøta – Norðagøta – Leirvík - Klaksvík




KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021


    


Dagur 3, Fríggjadagur 6. august. Viðoy


Kappingin byrjar kl. 16. Kappingin endar kl. 18.


Startur og mál: Hvannasund

Teinur: Hvannasund – bergholið til Viðareiði – Viðareiði - gamli vegur móti
Hvannasundi – Bergholið til Viðareiði.


Teinurin skal koyrast 6 ferð




KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021


    


Dagur 4, leygardagin 7. august. Suðuroy


Kappingin byrjar  kl. 10. Kappingin endar kl. 13.


Startur: Effostøðin á Tvøroyri (um WC er komið). Annars við Skúlan í
Trongisvági.


Mál: Effostøðin í Vági.


Teinur: Tvøroyri – Hovsegg – Hov – Porkeri - Vágur – Lopra – bergholið til Sumba
– Hestin - Lopra – Vágur.



KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021KRINGFØROYAR2021


    


Dagur 5, sunnudagin 8. august. Streymoy


Dagur 5, sunnudagin 8. august. Streymoy


Kappingin byrjar kl. 13, og endar til 16.


Startur: Gundadalur


Mál: Badmintonhøllin í Gundadali


Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Hósvík - Kollafjarðadalur
– Oyggjarvegur – Ringvegur – R. C. Effersøesgøta – Gundadalsvegur – Áargeil –
Ringvegur - R. C. Effersøesgøta – Gundadalsvegur.



GG!! Broytingar kunnu fyrikoma. Tilmeldingarfreistin er 23. juli, og tilmeldingin
fer fram her:


Kalendari – sst.fo ella á www.atgongumerki.fo (her ber til at gjalda)