FM2020 - ruturnar í ár

Kappingin um føroyska meistaraheitið 2020 í Landavegsúkkling verður í døgunum frá 24. til 26. septembur. Tvs. hóskvøld, fríggjakvøld og leygardag.

Kappast verður í trimum greinin: Býarkoyring, Einkultstarti og Landavegkoyring

Hóskvøldið 24. septembur kl. 19.00:

Startur og mál: Okkara á Velbastað
Vit koyra sama tein sum vit hava koyrt okkurt árið vit hava skipa fyri úttøkukapping til føroyska landsliðið, Oyggjaleikaúttøkukapping. 
Vit koyra frá Okkara niðan á landsvegin, koyra inn móti Velbastað, og koyra siðan eftir Ervavegi, fyri síðan at koyra niðan móti Okkara aftur.
VIT koyra í 40 min, og síðan eitt finaluumfar.

Fríggjakvøldið 25. septembur kl. 18.00:

Startur og mál: Skúlin í Hvalvík
VIT koyra frá Hvalvík til Saksun. Venda við vegin til Svartá, og koyra síðan aftur til Hvalvík.
Teinurin er uml. 21 km langur.

Leygardagin 26. septembur kl. 15.00.

Startur: Tórshavn

Mál: Eiðisskarð

Teinur (Opin Bólkur), 76 km:
Tórshavn - Kaldbakstunnilin - Hósvík - tunnilin við Streymin - Elduvík - Funning - Eiðisskarð

Teinur (kvinnur og motionistar), 56 km:
Tórshavn - Kaldbakstunnilin - Eiði - Eiðisskarð

Til ber at tilmelda seg FM2020 á FB, Súkkling í Føroyum:

https://www.facebook.com/groups/389754924850751/events 

GG! Minnist til lyktir!