FM 2020

Kappingin um føroyska meistaraheitið verður koyrt í døgunum frá 24. til 26. septembur. Tríggjar kappingar, og koyrt verður hósdag, fríggjadag og leygardag. 

Eins og undanfarin ár, verður kappast í trimum greinum. Kappast verður í Býarkoyring, Einkultstarti og Landavegsúkkling.

Eftirsum at kappingarnar liggja dag um dag, og nærum ongin hvíld er millum kappingarnar, so verður ikki koyrt so langt sum tað okkurt árið hevur verið.

Tá vit kappast í Býarkoyring verður koyrt í 40 minuttir, og síðan eitt ella tvey "finaluumfør". Alt eftir hvør teinurin í ár verður.

Meðsn Einkultstarturin verður áleið 20 km langur, so verður Landavegkappingin eitt stað millum 70 og 80 km til longdar. 

Akkurát hvørjar teinar vit fara at finna fram til FM 2020, verður kunnað um eina viku ella so.