Felagsvenjing - súkkling fyri øll

Tórshavnar Súkklufelag
fer í næstum at skipa fyri felagssúkling fyri øll. Øll eru vælkomin, ung sum
eldri, roynd sum óroynd.



Súkklað verður í Kaldbaksbotni hvørt
hóskvøld kl. 19, og vit møtast við bátahylin í Kaldbaksbotni.



Um tað viðrar er ætlanin, at fyrsta venjing
verður í annaðkvøld, tvs. hósdagin 21. apríl.



Endamálið við hesari venjing er, at
súkkla saman í einum tryggum og sløttum umhvørvi. Hetta er møguleikin hjá
nýbyrjarum at koyra sínar fyrstu 20 kilometrar undir kønari vegleiðing, og fyri
onnur er hetta møguleikin at fáa gongd á aftur súkklingina, ella at koyra ein
lættan venjingartúr.



Eru vit nógv, gera vit fleiri smáar
bólkar, og venjingin verður skipað soleiðis, at ongin verður ”sleptur upp á
fjall”. Vit hava altíð ein at fylgjast við, og tað ber til hjá øllum at møta,
børn, ung, vaksin, kappsúklur, fjallasúkklur og enntá rustaðar súkklur.



Vit koyra í ein tíma og til ber at
súkkla millum 5 og 25 kilometrar. Tað einasta kravið er at ein súkklar í hjálmi
og sjálvur syrgir fyri, at frakta súkkluna inn til bátahylin í Kaldbaksbotni.



Tað verða minst tveir samskiparar við
hvørja venjing.

Boð um hesa venjing verða løgd á okkara FB bólk, Súkkling í Føroyum.