Eitt stórt upplivilsi








Orðini eigur Torkil Veyhe, sum vit fingu orð á eftir
finaluna í Århus leygardagin. Torkil gjørdist nummar seks samanlagt í stórstu
og sterkastu súkklukappingini í Danmark, PostNord Danmark Rundt 2017.

Torkil Veyhe koyrur í bestu deildini í Danmark, og súkklar
í dag sum semi professionellur við Team ColoQuick.



Veðrið setti sín dám á kappingina í ár, og veðrið
bleiv so ringt, at tá súkklarar høvdu koyrt góðar 100 km av 170 km hósdagin, so
avgjørdi kappingarleiðarin at avlýsa kappingina.



Fríggjadagin bleiv kappast í einkultstarti, og í
hesari grein er tvífaldi Oyggjaleika gullvinnarin sterkur. Tað hevur Torkil
fleiri ferðir áður víst, og hann skuffaði ikki fríggjadagin.




Veðrið argaði



Aftur fríggjadagin argaði veðrið – og regnið – og tað
var tí umráðandi hjá Torkil at leggja varðisliga út, fyri ikki at detta og
missa tíð, ella tað sum verri var, ikki at detta og síðan fáa skaða og tí skula úr
kappingini.



- Tað
var aftur regn og ringt veður fríggjadagin. Men tá eg bleiv sendur avstað, var
ringasta regnið av. Nógv vatn var sjálvandi á vegunum, og tað gav nakað av
mótstøðu. Tað var tí ringt at halda eina góða ferð, segði ein vælnøgdur Torkil
Veyhe eftir 18 km langa einkultstartin í Randers.



Torkil byrjaði varliga, og eftir fyrstu millumtíð lá
Torkil nummar 55. Torkil hevði nú vant seg við ringu umstøðurnar, fór ikki í
panikk og megnaði nú at økja um ferðina.



- Eri
sera væl nøgdur við úrslitið og fekk disponera kreftirnar og einkultstartin væl.
Tað var umráðandi fyri meg ikki at fara í panikk, sjálvt um eg legði varisliga
út, segði Torkil eftir einkultstartskappingina.



Góða úrslitið hevði við sær, at Torkil fór frá einum
samanløgdum 18. plássi til eitt 6. pláss. Eitt samlað 6. pláss áðrenn seinastu
etapuna. Hetta var ein rættiliga góð plasering, og uppgávan hjá Team ColoQuick var
tí at halda fast í hesa støðu. Gekk væl, so vildi liðið sjálvandi gera alt fyri at
koma enn longur upp á stigatalvuna.




Finalan í Aarhus

- Okkara
taktikkur var, at mítt 6. pláss skuldi í minsta lagi verjast, men sjálvandi
eisini at gera alt fyri, at fáa meg enn longur fram í samlaðu støðuni. Tí var
okkara taktikkur at leypa á tá vit koyrdu smáu umgangirnar inni í Aarhus, segði
Torkil við tsf.fo.



Team ColoQuick skuldi leypa á, og liðfelagin hjá
Torkil, Martin Mortensen, legði hart út og leyp á tá tað bara restaðu fýra
umgangir inni í Aarhus. Taktikkurin var so at Torkil skuldi koyra upp til
Martin, og so skuldu liðfelagirnir koyra saman undan høvuðsfeltinum. Men ferðin
var so mikið høg í feltinum at Martin bleiv heintaður.



Jesper Schultz gjørdi eina roynd tá tað restaðu tvey
umfør, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist taktikkurin.



- Ferðin
var so høg, at tað var óhugsandi hjá mær at sleppa avstað á seinasta umgangi,
og tí var umráðandi hjá mær at gera alt eg kundi fyri at halda fast í mínum 6. plássi.
Tað eydnaðist, og tað var fantastiskt. Eri ovurfegin um úrslitið, og er hetta
eitt stórt úrslit fyri meg, segði ein vælnøgdur Torkil Veyhe eftir fimtu og
seinastu etapuna í PostNord Danmark Rundt 2017.



Eitt gott ár

Eitt gott kappingarár hjá Torkil er nú at enda komið.
Gull og silvur og bronsu á Oyggjaleikum, eitt framúr gott úrslit í DM fyrr í ár,
og so eitt samanlagt 6. pláss í sterkastu kappingini í Danmark. Elitan í
Danmark luttekur, sterkastu liðini í Danmark luttaka, og eisini fleiri útlendskir
súkklarar úr heimselituni luttaka. Harímillum føroya okkara sterkasti súkklari, Torkil
Veyhe.



Tað bleiv til eitt 6. pláss, men bara 45 sekund vóru
upp til 3. plássið, sum Casper Pedersen frá Giant Castelli vann sær.



Í seinasta umfari á triðu etapu misti Torkil nógv tídningarmikil
sekundir, tá hann á seinasta umfari í brøttu brekkuni í Vejle, Kiddesvej, fekk
eina defekt á bakhjólið. Kanska misti Torkil samanlagda 3. plássið í Vejle?



Um tvær vikur skal Torkil so luttaka í Føroyum, tá FM
í landavegsúkkling stendur á skránni. Ongin ivi er í at hann er favorittur at
vinna øll trý FM heitini, men Kiddesvej í Vejle er ikki tað sama sum langa
vegin niðan á Sornfelli. Livst so spyrst.



Sáttmálin við Team ColoQuick gongur út um ársskiftið,
og so verður spennandi at frætta hvar leiðin so gongur, ella hvat lið Torkil
skal koyra á komandi kappingarár.



Torkil var sum sagt liðskipari á ColoQuick, so ongin
ivi er í, at liðið fegin vil longja sáttmálan við evnaríka súkklaran. Men onnur
lið liggja eisini framvið. Spennandi verður at frætta.