0-0 á Tórsvølli og Torkil gjørdi hattrick

Vit tosa um súkkling, og vit tosa
um Torkil Veyhe, sum í gjár vann sítt triðja FM heitið í Landavegsúkkling.





Hósdagin,
fríggjadagin og leygardagin bleiv kappast um føroyska meistaraheitið í
Landavegsúkkling.



Hósdagin
bleiv kappast í Býarsúkkling, fríggjadagin í Einkultstarti og leygardagin
Landavegsúkkling.



Felags
fyri allar dagarnar var at veðrið var avbera gott, at luttøkutalið var høgt, og
at sami vinnari var í øllum kappingunum. Torkil Veyhe kom, sá og sigraði.



Teinurin
sum kappast varð á var Runt Agnið. Startur og mál var við keiina á Toftum, og
leiðin gekk niðan framvið Fríðrikskirkjuni, móti Æðuvík, oman móti Runavík, og
so aftur á mál við Toftakei.



Í Opna
bólkinum skuldi hesin teinur koyrast tíggju ferðir. Kvinnur, unglingar og
motionistar koyrdu teinin sjey ferð.



Undan
seinastu kappingini hevði Torkil verið tvær ferð ovast á sigurspallinum. Hann
var favorittur at vinna aftur leygardagin, tá hundrað kilometur langi teinurin
skuldi leggjast afturum. Men onkur ætlaði at broyta hetta “mynstur”. Í gjár
bjóðaði Helgi Winther Olsen sterka súkklarinum av, og tíðliga í kappingini
royndi Helgi at sleppa frá Torkil og hinum súkklarunum, ið bjóðaðu hvør øðrum
av, í kappingini um føroyska meistaraheitið.



Helgi stríddist
og økti alt meira aftur til feltið. Tá umleið 60 km vóru eftir setti Torkil
ferðina upp, og ein fyri og annar duttu súkklararnir av, sum perlir á snóri.
Men ein helt fast. Jan Hjaltalin Olsen megnaði at halda tørn, og fekk á henda
hátt arbeitt seg longur og longur frá Christian Guttesen, Áslakki Nesá, Gunnar
Dahl-Olsen, og hinum sum stríddust fyri einari góðari plasering, og tí eina av
trimum plássunum á sigurspallinum.



 



Farvæl og takk



Løtu
seinni mátti eisini Jan siga takk og farvæl. Torkil bleiv við og við, og løtu
seinni hevði hann innheintað Helga. So var bert eitt umfar eftir, og nú mátti
eisini Helgi siga farvæl og takk. Tað bleiv til ein tryggan sigur hjá Torkil, sum
eftir tíggju umfør kundi koyra einsamallur um málstrikuna, og gleðast um eitt
hattrick, og sítt triðja FM heiti í ár.



Gull til
Torkil, silvur til Helga og eitt flott bronsuheiðursmerki til Jan Hjaltalin Olsen.



Hjá
kvinnur vann Birita Poulsen úr Vestmanna sítt triðja FM heiti. 
Hjá unglingum vann ein annar ungur
vestmenningur eisini sítt triðja FM heiti. Tað var Tóri Thorleifsson, sum
ognaði sær triðja ungdómsgullið.



Tórshavnar
Súkklufelag og Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon vil hervið takka
Løgregluni, Tórshavnar Kommunu, Runavíkar Kommunu og Nes Kommunu fyri vælvild og
hjálpsemi, soleiðis, at FM 2017 eydnaðist so væl sum tað gjørdi.



Myndirnar hevur Sølvi R. Hansen tikið.



Úrslit frá
FM í Landavegsúkkling síggjast í viðheftu fílu.