«2023»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Helgi sigraði leygardagin

Eysturoyggin var karmur um VEG kappingina, ið Tórshavnar Súkklufelag og TROY skipaðu fyri leygardagin (TROY er nýggja súkklu- og triathlon felagið í Eysturoy).

Kanska var tað stóra súkklukappingin, LM KRING FØROYAR, sum verður í døgunum frá 25. til 29. mai, ið hevði við sær, at uppmøtingin var so góð sum hon var - ikki færri enn 15 súkklarar stillaðu upp til start.

Byrjað var við Effostøðina í Runavík. Leiðin gekk móti Skálabotni, gjøgnum bergholið, til Eiðis, og síðan niðan á Eiðisskarð. 

Tveir teinar vóru, og teir súkklarar, ið koyrdu longra teinin, skuldu allan vegin oman til Gjáar at venda. Hinir koyrdu beina kós frá Eiðisskarð, móti Funningi, til Funningsbotn, og síðan út eftir Skálafjørðinum, framvið Effostøðini, til rundkoyringina við Hotel Runavík, og so aftur til Effostøðina, har málið var. Meðan longri teinurin var góðar 80 km, so var styttri teinurin góðar 67 km.

Helgi W. Olsen vann kappingina, men tað var Hilmar Hansen, ið bjóðaði av. Tíðliga stríddi Hilmar seg frá feltinum. Tað bleiv hugt eftir Helga, fyri at vita hvønn leik okkara sterkasti súkklari nú fór at gera. Áðrenn súkklarar varnaðust var Helgi áveg niðan til Hilmar. Nakað áðrenn Skálabotn fekk Helgi Hilmar aftur. Hesir, teir sterkastu í feltinum, koyrdu nú, javnt og støðugt, undan feltinum. 

Casper Rosen gjørdi eina roynd at fanga oddamenninar aftur. Tað eydnaðist, men prísurin var høgur. Gunnar og Bogi Gregersen koydi við Casper upp til oddamenninar, men løtu seinni mátti Casper sleppa. Løtu seinni mátti Bogi og Gunnar somuleiðis sleppa bakhjólunum hjá Helga og Hilmar. 


Ungir súkklarar bjóða av

Niklas Halgren er 20 ára gamal, og longu nú, annað árið hann súkklar, var hann ein av teimum skjótastu niðan á Eiðisskarð og niðan úr Gjógv. 

Niklas venur nógv, málrættað og er væl fyri. Men Eysturoyggjin er strævin á súkklu. 

Niklas fekk Gunnar aftur á veg niðan á Eiðisskarð, og teir fylgdust líka til millum Fjarða, tá kreftirnar hjá Niklas so smátt byrjaðu at ganga undan. 

Stutt framman fyri Niklas og Gunnar sóust Helgi og Hilmar, men hesir arbeiddu væl saman og øktu tí støðugt aftur til Niklas og Gunnar. 

Løtu seinni skuldi avgerðin falla. Tann sterkasti vann, og var tað Helgi, ið vann endaspurtin móti Hilmar. Hóast stinnari, so var tað bert eitt sekund sum skilti gullið og silvurið. Helgi brúkti 2 tímar 36 minuttir og 35 sekund um teir 80 kilometrarnar. Hilmar 2 tímar 36 minuttir og 36 sekund.

Aldur er relativur, men í føroyskum súkkluhøpi er 20 ár ungt. Tað er 27 og 30 eisini. Jóhan Petur Petersen úr TROY er 30 ár, og Benjamin Thomassen út TSF er 27. Hesir luttóku leygardagin. 

Meðan Bogi Gregersen úr Norðstrok vann bólk 2, so gjørdist Jóhan Petur Petersen næstur, bert 21 sekund eftir vinnaran. Eitt gott úrslit hjá Jóhan Petur, og tað var tað eisini hjá Benjamin, sum fyri kortum er byrjaður aftur at súkkla. Vónandi fara vit at síggja meira til hesar súkklarar í komandi kappingum. Aðrar við. 

Úrslitið frá kappingini sæst her:

TSF Runavík 80km road VEG 80/67km | Race resultater | Webscorer

Næsta kapping verður sum áður nevnt LM Kring Føroyar súkklukappingin. Kappingin byrjar mikudagin 25. mai, og endar sunnudagin 29. mai. Tilsamans skulu súkklarar koyra góðar 330 kilometrar, og byrjað verður í Vágunum, tá kappast verður í Einkultstarti. Tá verður koyrt úr Miðvági, til Bø, og síðan aftur á Miðvág. Hesin teinur er góðar 25 kilometrar.

Hósdagin verður koyrt á úr Eysturoynni til Borðoy. Fríggjadagin á Viðoynni, og leygardagin í Suðuroy. 

Kappingin endar á Streymoynni, og startur og málið er tá við Leif Mohr, við Hoyvíksvegin í Havn.