
Helgi FM vinnari í TT
Tað var Helgi W. Olsen, ið gjørdist FM vinnari í Einkultstarti fríggjakvøldið, tá nýggja súkklu- og triathlonfelagið í Eysturoynni, TROY, fekk heiðurin at verða vertur fyri føroyameistarakappingini í Einkultstarti 2021.
Sjálvur teinurin var sera væl egnaður til eina Einkultstartskapping. Kappingin var væl fyriskipað, trygdin var í lagi, veðrið var gott, og luttøkutalið høgt.
Aftrat tí, so gjørdist kappingin sera spennandi. Helgi vann, men bert 20 sekund vóru millum tríggjar teir fremstu, Helga, Dávur Magnussen og Jákup Petur Eliasen.
Teinurin var frá Strondum til Effostøðina í Skálabotni, og so aftur til Strendur. Ein teinur á góðar 27 kilometrar. Tað vóru bara 20 sekund millum gullið og bronsuna, og bert fýra sekund vóru millum eitt og tvey. Marginalar. Allir góvu teir alt teir áttu, men tá tað er so tætt, so fara tankarnir á flog um hvat man kundi gjørt øðrvisi. Onkur er glaður, og onkur ergrar seg.
Helgi brúkti 39 minuttir og 21,2 sekund um teir 27 kilometrarnar. Dávur vann silvur við tíðini 39 minuttir 25,5 og Jákup Petur fekk bronsu við tíðini 39 minuttir 41,9 sekund.
Tríggjar kvinnur kappaðust og var tað Maria Svabo Hansen, ið gjørdist FM vinnari 2021 hjá kvinnum. Nummar tvey gjørdist Elsa Berg og bronsuna vann Rigmor Rasmussen.
Le Grand Finale
FM kappingin fríggjakvøldið var samstundis endabresturin av GIANT Várkappingini 2021. Henda kapping er samansett av fimm Einkultstartskappingum.
Seinasta umfar bleiv koyrt fríggjakvøldið, og so tætt var í ár, at úrslitið fríggjakvøldið var avgerandi fyri, hvør vann kappingina samanlagt. Dávur Magnussen lá á odda undan kappingini, men bert eitt stig var millum Dávur og Jákup Petur Eliasen.
Dávur vann við góðum 15 sekundum á Jákup Petur, og tryggjaði sær tí fimm stig fyri annaðplássið fríggjakvøldið. Tilsamans vann Dávur sær 22 stig. Jákup Petur fekk 4 stig fyri triðjaplássið, og tilsamans vann hann sær 20 stig.
Nummar trý í Giant Várkappingini 2021 gjørdist Casper Rosen. Casper vann sær 6 stig samanlagt.
Fimm kappingar og skal ein kappast um at gerast samlaður vinnari, so skal ein luttaka í minst fýra av teimum fimm kappingunum.
Helgi W. Olsen hevur koyrt sera væl í ár, og megnaði hann at vinna tær tríggjar kappingarnar hann luttók í.
Hjá kvinnum gjørdist Rigmor Rasmussen samlaður vinnari.
Úrslitið frá FM kappingini í Einkultstarti sæst á leinkjuni niðanfyri:
FM VEG TT 2021 | Race resultater | Webscorer