«2020»Í dag«Jun»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Tryggur sigur til Jákup Petur

02. Jun 2020

Tað bleiv til ein tryggan sigur til Jákup Petur Eliasen, tá kappast bleiv í Landavegsúkkling 2. Hvítusunnudag. Hóast nakað frammanfyri Andrass Joensen, sum gjørdist næstur um málstrikuna, so bleiv tað aftur í dag talan um eina spennandi kapping, eins og tað gjørdi farna vikuskifti, tá...

les meir

Fjálgt á toppinum

24. Mai 2020

Í dag, leygardagin 23. mai, var aftur kapping á skránni. Hesa ferð í Einkultstarti. Teinurin í dag gekk frá Hotel Føroyum, niðan á Kleynisvarða, og til Mjørkadal. Málið var uppi á Sornfelli, á 650 metra hædd. Hóast stutt, so var dagsins teinur harður. Teinurin er...

les meir

Spenningur til síðsta sekund

22. Mai 2020

Spenningur til síðsta sekund, men hóast tað, bleiv tað til ein tryggur sigur til Dávur Magnussen, sum vann triðju av fýra kappingum í ár.Kristi himmalsferðardag gekk leiðin úr Havn, til Hósvíkar, har tað bleiv vent. Leiðin gekk síðan móti Vestmanna, og so vakra teinin niðan...

les meir

Dávur sigraði

17. Mai 2020

Ístaðin fyri at koyra til Saksun og aftur til Kollafjarðadal, so bleiv avgjørt at koyra til Norðskála heldur. Koyrt bleiv frá Kollafjarðadali, til Norðskála, til Svínáir, og síðan suður gjøgnum Sundalagið aftur, til Effostøðina í Kollafjarðadali, har málið var. Tað sást skjótt, at Dávur...

les meir

Takk fyri seinast

10. Mai 2020

So mólu hjólini aftur. So byrjaðu kappingarnar aftur. Kanska hugsaði Dávur Magnussen "Takk fyri seinast", eftir sigurin ígjár. Seinast teir møttust vann Jákup Petur Eliasen á Dávur. Hetta var í ársins fyrstu kapping, 29. februar. Kappingarkalendarin boðaði frá, at vit skuldu niðan í fjøllini, at...

les meir

Jákup Petur vann ársins fyrstu kapping

09. Mar 2020

Kappingarárið hjá Tórshavnar Súkklufelag byrjaði í dag. Eitt sindur seinkað. Vegna veður bleiv ikki súkklað farna vikuskiftið, og í gjár, tá kappast skuldi verða í Landavegsúkklukapping, bleiv eisini hendan kapping flutt vegna veður. Men í dag riggaði. Tað var næstan stilli í Kaldbaksbotni, har kappast...

les meir

Kappingarkalendarin 2020

04. Feb 2020

So var hann her. Loksins. Kappingarkalendarin hjá TSF fyri 2020. Hetta er kalendari okkara, men broytingar kunnu koma fyri. Eitt nú orsaka av broytingum í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni. Vit hava ikki verið úti við "tummastokkinum", og tað kann tí vera, at longdin á onkrum teini...

les meir

Dávur gjørdist samlaður vinnari av GIANT Várkappingini 2019

02. Jun 2019

Fimta og seinasta umfar av GIANT Várkappingini 2019 bleiv koyrt í dag. GIANT Várkappingin er ein kapping har tað bara verður kappast í einkultstarti. Súkklarin koyrur kapp móti sær sjálvum og tíðini.Byrjað var klokkan 8 í morgun og var orsøkin til tíðliga startin tann, at...

les meir