
Gott veður og góð uppmøting til barnasúkklingina
Vakra økið í Hoydølum var karmur um Ólavsøku barnasúkklingina, og koyrt varð á lendisgøtunum millum vøkru grótbrúnna um Hoyvíksánna og Boðanes.
Teinurin er
góðar seks hundrað metur. Øll børnini koyrdu trý umfør, men stóru bólkarnir
koyrdu fyrst innleiðandi, og síðan varð eitt finalu umfar koyrt.
Stóru bólkarnir
vóru bólkur 1 og 2 hjá dreingjum. Hesir koyrdu fyrst trý innleiðandi umfør, og
síðan skuldu tveir teir skjótastu súkklararnir koyra tvey finaluumfør.
Spennandi var
at siggja øll børnini leggja til brots, og serliga var tað bólkur 2, ið var
spennandi at fylgja, tí her var tætt millum súkklararnar. Teir løgdu nógv fyri,
og har teir kundu yvirhála, bleiv yvirhálað.
Teir yngru
dreingirnir vóru eisini ágrýtnir, og onkur so ágrýtin, at súkklan skreiddi
undan í leysa grúsinum í lendisgøtunum, og súkklarin datt. Hesin bleiv hjálptur
á aftur súkkluna av áskoðarum, og fór so aftur at kappast. Tað eydnaðist hesum
at gjøgnumføra, og síðan vinna sær pláss í finaluni.
Tórshavnar
Súkklufelag fer at skipa fyri fleiri barnasúkklukappingum, og næsta kapping
verður sunnudagin 28. august. Tá tíðin nærkast kunnar felagið hvar og hvat
klokkan kappast verður.
Úrslit, gentur
bólkur 1, beinleiðis finala:
1. Brynhild Heinadóttir, 7
minuttir og 55 sekund
Úrslit, dreingir bólkur 1,
innleiðandi kapping, riðil 1:
1. Edvard
Hansen, 7 minuttir og 46 sekund
2. Poul
Johannes Rein, 9.52
3. Marius Rein,
DNF
4. Absalon F.
Ellingsgaard, DNS
Úrslit,
dreingir bólkur 1, innleiðandi kapping, riðil 2:
1. Jóanis
Heinason, 7 minuttir og 33 sekund
2. Theo
Slættanes, 10.08
3. Adrian Arge,
11.05
4. Jónas
Peturson, DNS
Úrslit, finala,
dreingir bólkur 1:
1.
Jóanis Heinason, 4 minuttir og 30 sekund
2.
Edvard Hansen, 4.50
3.
Theo Slættanes, 6.42
Úrslit, gentur bólkur 2, beinleiðis finala:
1.
Ró Ranadóttir Dahl-Olsen, 7 minuttir og 44 sekund
2.
Nora Katrinardóttur, 11.00
Úrslit, dreingir bólkur 2, innleiðandi kapping, riðil 1:
1. Mikkjal
Rosen, 5 minuttir og 41 sekund
2. Sámuel
Rasmussen, 6.33
3. Markus
Eliassen, 7.22
4. Alexandur Róason,
DNS
Úrslit,
dreingir bólkur 2, innleiðandi kapping, riðil 2:
1. Jónatan
Gregersen, 6 minuttir og 7 sekund
2. Dánjal
Petursson, 6.25
3. Dávur Luis, 6.52
4. Jónatan
Eysturoy, 6.56
Úrslit,
dreingir bólkur 2, finala:
1.
Mikkjal Rosen, 3 minuttir og 42 sekund
2.
Sámuel Rasmussen, 3.51
3.
Jónatan Gregersen, 3.52
4.
Dánjal Petursson, 4.00
Úrslit, gentur bólkur 3, beinleiðis finala:
1.
Andrea Heinadóttir, 5 minuttir og 45 sekund
2.
Birgit Eiriksdóttir, DNS
Úrslit, dreingir
bólkur 3, beinleiðis finala:
1.
Bárður Thorsteinsson, 6 minuttir og 3 sekund