
Góð uppmøting, gott veður og gott lag
Soleiðis gekk í dag, tá kappast var í Einkultstarti, í fyrsta umfari av GIANT TT kappingini 2023.
Kaldbaksbotnur var karmur um kappingina, og heili 16 súkklarar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum av.
Vinnarin av kappingini koyrdi við einari meðalferð, ið var beint undir 40 km/t. Tað er góð ferð, tað er góð ferð á hesum teini, og tað er góð ferð tá hugsað verður um, at hetta var ársins fyrsta súkklukapping.
Jákup Petur Eliassen vann tryggan sigur, og á einum flottum 2. plássi kom Andrass Joensen. Casper Rosen bleiv nummar trý. Hjá kvinnum vann Anita Johannesen.
GIANT TT kappingin 2023, samlaða úrslitið eftir 1. umfar.