«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Fáir men knáir

Ein skal ikki trúgva øllum ein lesur. yr.no lovaði gott súkkluveður, men tað var alt annað enn gott veður, tá leiðin sunnumorgunin gekk úr Havn til Saksun og síðan eftir Oyggjarvegnum aftur til Havnar. 

Nakrir súkklarar settust aftur vegna veðrið, men ikki allir. Nei, veðrið var ikki so ringt, men onkur av luttakarunum brúktið orðið "kavaregn", og sami súkklarin helt fyri, at óansæð hvar leiðin gekk, so var mótvindur. 

Men flottur er túrurin gjøgnum Saksunardal, og hóast bæði vátt og grátt, so er túrurin eftir Oyggjarvegnum somuleiðis vakur. Og ongantíð er túrurin eins. 

Allir fylgdust til Kollafjør, men við verkstaðið hjá Landsverk rykti Jákup Petur Eliassen. Pauli Poulsen og Gunnar Dahl-Olsen megnaði løtu seinni at koyra Jákup Petur inn aftur, men ikki Rógvi Róin. 

Men knáur var hann, og tá vent var í Saksun hevði hann fingið hinar aftur. Nú gekk leiðin aftur móti Havnini. Komnir til Hósvík, og langa brekkan niðan úr Hósvík skuldi koyrast, tá slitnaði aftur. Aftur hesa ferð var tað Jákup Petur, ið setti á. 

Pauli og Gunnar royndi at koyra Jákup Petur inn aftur. Teir arbeiddu væl saman, og nakað áðrenn Kjalnes høvdu teir fingið Jákup Petur aftur. Men ikki Rógvi. Tað bleiv tí ein túrur í sjálvdrátti hjá Rógva. Góðar 40 kilometrar koyrdi hann einsimallur. 

Ikki hinir, men tá Jákup Petur á triðja sinni royndi at sleppa undan Paula og Gunnar, tá eydnaðist tað. Hetta var í brekkuni eftir Norðadalsskarð. Aftur nú royndu Pauli og Gunnar at arbeiða saman um at koyra Jákup Petur inn aftur. Teir vistu, at skuldu teir fáa Jákup Petur aftur, so skuldi tað verða áðrenn Kleynisvarða, tá Jákup Petur er ein meistari tá tað kemur til omankoyringar. Hvussu nógv ferðin hesa ferð bleiv er óvist, men onkuntíð hevur ferðin hjá honum verið yvir 100 km/t.

Komnir til Havnar gekk leiðin eftir Ringvegnum, eftir Strond, og so bleiv vent við rundkoyringina við Skansan. Leiðin gekk aftur eftir Yviri við Strond, og so á mál við Plantusøluna við Hvítanesvegin. 

Meðan Jákup Petur kundi koyra ein tryggan sigur heim, so bleiv spurtað um 2. plássið. Pauli opnaði, men tað eydnaðist akkurát Gunnar at koma framvið áðrenn farið var um málstrikuna. 

Nakrar minuttir seinni koyrdi ein troyttur Rógvi Róin um málstrikuna. 

Føroyska veðrið er sum tað so ofta er. Sólin kagaði nú fram, og skjótt blivu vátu klæðini turr, og smílið á súkklarunum størri og størri, somuleiðis álitið á veðurfrøðingarnar.

Sambært kalendarinnum eru tvær kappingar eftir. Ein einkultstartur og so Tour de Eysturoy. Einkultstarturin stendur til at verða 23. septembur og Tour de Eysturoy 7. oktobur. 

Avgjørt er nú, at einkultstarturin verður koyrdur av Strondum, til Skálabotn og so aftur til Strendur. Hesin verður ikki koyrdur 23. septembur, men allarhelst leygardagin 30. septembur. Hetta verður avgjørt í næstum og kunnað á Facebook, Súkkling í Føroyum. 

FM í fjallasúkkling skuldi verða leygardagin, men hendan kapping bleiv útsett. Eisini hetta kemur møguliga at broyta nær Tour de Eysturoy verður koyrt. 


Úrslit, Tour de Streymoy, 100 km VEG súkkling:

1. Jákup Petur Eliassen, 3 tímar 3 minuttir og 47 sekund

2. Gunnar Dahl-Olsen, 3:04:08

3. Pauli Poulsen, ST (somu tíð)

4. Rógvi Róin, 3:15:49