«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Einkultstartur, sól og summar

Í dag bleiv kappast í Einkultstarti, og var hetta 3. umfar av GIANT TT kappingini 2023. Hendan kapping er samansett av fimm kappingum. Fimm Einkultstartir.

Hóast 2. umfar bleiv útsett vegna veður, so var kappingin í dag 3. umfar. Kappingarkalendarin er rúgvusmikil, og tí verðúr nú roynt at finna ein dag tá 2. umfar kann verða avgreitt. 

Í dag var bert loyvt at koyra á vanligari kappsúkklu, og ikki á einari sokallaðari Einkultstartssúkklu. Hetta tí at teinurin í dag gekk um dalar og fjøll - ein sokallaður "fjalla-einkultstartur".

Byrjað var við Effostøðina í Kollafjarðadali. Leiðin gekk síðan móti Leynum, eftir landsvegnum framvið Kvívík. Tá komið var til Vestmanna, gekk leiðin framvið byrgingunum, niðan á málið, sum í dag var við Mýrarnar. Ein teinur á góðar 23 kilometur. 

Uppmøtingin var góð, og tað var veðrið so sanniliga eisini. 11 mans stillaðu til start og hitin vísti 11 hitastig tá vinnarin kom um mállinjuna. Favoritturin vann, og favorittur at vinna kappingina var Jákup Petur Eliassen. Jákup Petur vann sannførandi, og hann súkklaði teir umleið 23 kilometrarnar uppá 47 minuttir og 32 sekund. 

Silvur til Boga

Onkur roknaði við, at hesin teinur, ein teinur við longum niðankoyringum, var júst ein teinur til Boga Gregersen. Bogi hevur ment seg nógv, og á venjingarlegu í vár vísti hann, at brekkur var ikki nakað hann ræddist. Tvørturímóti. Bogi megnaði í dag at vinna silvur. 

Tá kappast verður í Einkultstarti fer ein og ein súkklari fer avstað, og vanliga er ein minuttur millum hvønn súkklara. 

Andrass Joensen, sum gjørdist nummar tvey í fyrstu kappingini, mátti í dag taka til takkar við einum bronsuheiðursmerki. Andrass byrjaði aftaná Boga. Spenningurin øktist, tí í Einkultsstarti er onki liðugt fyrr enn alt er liðugt, fyrr enn allir eru komnir á mál. Munurin var ikki nógvur, og bert átta sekund vóru millum nummar tvey og trý, Boga Gregersen og Andrass Joensen. Ikki nógv, men tá ein ikki veit hvussu langt er upp til súkklarin frammanfyri, so er vónleyst at vita hvat og hvussu fyrr dómarin er liðugur við "roknistykkið".

Tað er í dag góðar fýra vikur til stóra súkklukappingin LM Kring Føroyar 2023. Kappingin byrjar 17. mai. Vónandi fer tað at bera til at skipa fyri útsettu TT kappingini áðrenn súkklarar av álvara skulu royna seg, tá súkklað verður fimm kappingar uppá fimm dagar. LM Kring Føroyar 2023 verður í døgunum frá 17. til 21. mai.

Úrslitið 3. teinur, 23 km:

1. Jákup Petur Eliassen, 47 minuttir, 32 sekund

2. Bogi Gregersen, 49:41

3. Andrass Joensen, 49:49

4. Gunnar Dahl-Olsen, 51:05

5. Casper Rosen, 51:24

6. Jóhan Petur Petersen, 53:21

7. Eirikur Joensen, 54:07

8. Flóvin Ejdesgaard, 54:22

9. Torleif Thorleifsson, 59:18

10. Eyðun Jakobsen, 1:05:22

11. Dánjal Hoydal, DNF (tekniskt brek)

Í samlaðu støðuni liggur Jákup Petur á odda við fullum stigatali, tvs. 14 stig. Andrass Joensen er nummar tvey við 9 stigum, og Casper Rosen og Gunnar Dahl-Olsen hava báðir seks stig, og liggja teir tí á einum deildum 3. plássi. 

SAMLAÐA úrslitið sæst í viðheftu fílu.

GIANT TT kappingin 2023, samlaða úrslitið eftir 3. umfar.