«2023»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Barnasúkkling - súkklukapping fyri børn

Á Ólavsøku verður súkklukapping fyri børn. Kappingin verður mikudagin 27. juli, og kappingin byrjar klokkan 16. 
Økið kring Studentaskúlan í Hoydølum verður karmur um kappingina. Kappast verður í trimum bólkum, og er kappingin fyri bæði gentur og dreingir frá 7 til og við 13 ár. 

Kappast verður í hesum bólkum:

Bólkur 1: 7 til 9 ár
Bólkur 2: 10 til 11 ár
Bólkur 3: 11 til 13 ár

Tey sum ynskja at luttaka skulu møta á P-økinum við fimleikahøllina við Studentaskúlan í Hoydølum kl. 15. Tað kostar kr. 50 at luttaka. Upphæddin skal flytast á konto 9181 1244452. Viðmerk navn og aldur.